Skála: Hon hevur fylgt eitt sindur við tí, sum valevnini hava ført fram.
Fyri hana hava tey kristnu virðini nógv at siga, ikki minst um tey vera løgd fram av eini kvinnu. Hon valdi tí eina kvinnu úr Miðflokkinum – Hjørdis Háberg Petersen úr Kollafirði.
- Eg havi onkutíð lurtað eftir Hjørdis, tá hon hevur sendingar á Lindini. Hon torir at standa við síni sjónarmið, hon er frí og eg haldi eisini, at hon hevur nógv at geva, sigur Anetta.
Umframt Anettu valdu 24 onnur skálafólk miðflokkin við valið í gjár.