Sidney Gouvu er skaddur, og tí hevur Raymond Domenech tikið umstrídda áleyparan við í hópin, sum skal spæla móti Skotlandi og Føroyum. Hóast Anelka hevur verið roknaður sum eitt tað størsta talentið í fronskum fótbólti yvirhøvur, hevur yrkisleið hansara í ov lítlan mun livað upp til tað, sum evnini lovaðu.
Arsenal, Real Madrid, Paris St. Germain, Liverpool og Fenerbache eru nøkur av feløgunum, sum hann hevur spælt fyri, men mest sum hvørja ferð er alt enda í ósemju og ruðuleika.
Evnini eru tó enn til staðar, og tí hevur Domenehc gjørt av, at Anelka kann fáa møguleika at økja um landsdystartalið, sum í løtuni er 31. Hann hevur skorað sjey ferðir í teimum 31 dystunum.