Handlarnir í Onglandi henda nú hvønn dag, og seinasta nýggja snýr seg um gomlu Chelsea kempuna, Nicolas Anelka.
BBC Sports veit at siga, at Anelka í kvøld er til læknakanning í West Bromwich Albions. 34 ára gamli Anelka, sum longu hevur leikt í Premier League fyri fimm ymisk feløg, leikti seinnu hálvu við Juventus, eftir at vera farin frá kinesiska felagnum, Shanghai Shenhua.
Nicolas Anelka vann Premier League við Arsenal og Chelsea, og Champions League við Real Madrid í 2000.
Hann hevur skorað fleiri enn 150 PL mál og vann Gylta Stylvan við Chelsea í 2008-09.
Anelka í Premier League:
Arsenal (1997-99) Dystir 74, mál 28
Liverpool (2001-02) Dystir 15, mál 5
Manch. City (2002-05) Dystir 101, mál 46
Bolton (2006-08) Dystir 58, mál 23
Chelsea (2008-12) Dystir 146, mál 59
Hann hevur sostatt spælt 394 dystir og skorað 161 mál í Premier League higartil.
Gongur handilin ígjøgnum, verður Anelka fyrsti spælarin hjá West Brom í vindeyganum.