Anelka tamdi leyvurnar

FCK tapti í kvøld á fyrsta sinni nakrantíð ein Champions League dyst á heimavølli. Nicolas Anelka gjørdist stóra hetjan hjá Chelsea við tveimum málum. Í bítandi kulda í Parkini vísti Chelsea onga náði ella fyri donsku meistarunum. Chelsea vann ein sannførandi 2-0 sigur í fyrru 1/8 finaluni í Champions League.

 

Tað var ikki sama FCK liðið, ið eitt nú vann á Manchester United og spældi javnt móti Barcelona, ið kom á vøllin í fyrra hálvleiki í kvøld. Tað var eyðsæð, at FCK leikararnir ikki eru í dystarvenjing eftir vetrarsteðg í tríggjar mánaðir. Chelsea hevði fult tamarhald á fyrra hálvleiki og var nærri at økja um leiðsluna enn FCK var at javna.

 

Leiðsluna fingu Chelsea eftir 17 minuttir. Jesper Grønkjær var óansin og spældi bóltin fyri føturnar hjá Nicolas Anelka. Fraklendingurin setti ferð á og sparkaði bóltin flatt framvið FCK málverjanum og í mál. Slíka feilavlevering hevur Jesper Grønkjær nokk ikki gjørt síðani hann í fyrsta dystinum fyri danska landsliðið í 1999 gjørdi eina ?Jesper Olsen? og spældi italska framherjan, Filippo Inzaghi, púra leysan.

 

Ståle Solbakken, venjarin hjá FCK, valdi longu í hálvleikinum at skifta út. Men lítið hjálpti, tí seinni hálvleikur var bara tíggju minuttir gamal, tá Nicolas Anelka økti til 2-0. Málið var skotið úr at kalla somu støðu sum tað fyrra. FCK kom í onkrar vandastøður frammanfyri Chelsea málið, men sum oftast hevði Petr Cech í Chelsea málinum ikki stórvegis trupulleikar.

 

Ein av viðmerkjarunum hjá Sky Sports var Ray Wilkins, sum var hjálparvenjari hjá Chelsea fram til Novembur í fjør. Hann lat væl at avrikinum hjá Chelsea og metti, at Chelsea er á einum støðið omanfyri FCK.

 

Lyon og Real Madrid spældu javt í Fraklandi. Tað var annars fyrrverandi Lyon framherjin, Karim Benzema, ið legði Real Madrid á odda. Stutt fyri tíð javnaði Bafetimbi Gomis fyri Lyon.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

FCK ? Chelsea 0-2

Lyon ? Real Madrid 1-1