Eftir 3-1 sigurin hjá Chelsea á Watford í FA Cup-kappingini, segði Nikolas Anelka, at hann roknar við, at Chelsea nú veruliga fær glið á sítt spæl. – Vit hava havt eina trupla tíð, men vit hava víst styrki. Tað er altíð trupult, tá tú skiftir venjara, men vónandi var hesin sigurin tað, sum skuldi til fyri at venda gongdini, segði Anelka.