Ane Læsø skal avloysa


 

Samferðsla

Eyðun Klakstein


Strandferðsluskip Landsins gjørdu í gjár ein leigusáttmála um avloysaraskip til Lorvíksfjarðaleiðina.

Skipið, sum næstu vikurnar skal røkja sambandið millum Klaksvík og Lorvík, eitur Ane Læsø, og verður leigað frá Færgeselskabet Læsø. Avtalan er galdandi fram til 7. desember, tá ætlanin er, at Dúgvan skal setast í sigling aftur.

Ane Læsø er nakað styttri enn Dúgvan, men breiðari. Hon tekur 34 bilar og 389 ferðafólk.

Í løtuni røkir gamla Ternan siglingina um Lorvíksfjørð, og Smyril ger eisini ein túr um dagin millum Klaksvík og Havnina.

Í løtuni verður Ane Læsø riggað til at sigla til Føroyar, og ætlanin er, at hon skal setast í sigling um nakrar dagar.