Avloysaraskipið fyri Dúgvuna hevur farnu vikurnar røkt siglingina millum Klaksvík og Fuglafjørð, men nú er leigusáttmálin útgingin.
Tí fer Smyril at gera túrar millum Klaksvík og Havnina hesa vikuna. Onkrir túrar verða eisini gjørdir millum Klaksvík og Fuglafjørð.
Umframt Smyril siglir gamla Ternan eftir ferðaætlanini hjá Dúgvuni millum Klaksvík og Lorvík.
Strandferðslan ætlaði, at Dúgvan skuldi verða klár at taka siglingina uppaftur, nú Ane Læse gavst at sigla, men nú roknar Strandferðslan við, at Dúgvan kann fara í sigling aftur fríggjadagin.
Tá er næstan ein mánaði liðin, síðani hol kom á Dúgvuna í Lorvík.