Rockstjørnan Andy Scott hevur eitt ynski, nú hann vitjar í Føroyum. Umframt at spæla á Jóansøkufestivalinum, so vil hann fegin sleppa at royna fiskieydnuna. Og fyrireikararnir av festivalinum ætla at royna at uppfylla henda dreymin. Sweet koma til landið hósdagin og fríggjamorgunin er tíðindfundur. Fríggjadagin liggur leiðin til Suðuroyar. Væntandi sleppur Scott á flot fríggjadagdagin seinnapart ella leygarmorgun, tí leygardagur seinaapart skal ljóðroynd vera og á kvøldi er stóra rockshowið á skránni.










