Andy til Fuglafirðar

Poul Nolsøe Mikkelsen, Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Kristoffur Jakobsen og fleiri halda fram í ÍF

Eftir soltna kappingarárið, sum endaði við sjeynda plássinum, spenna fuglfirðingar seg av álvara út undan 2015 kappingarárinum.

Fyrr í kvøld varð kunngjørt, at Adeshina Lawal er nýggjur í felagnum, og at Clayton Soares heldur fram í Fuglafirði.

Umframt André Olsen, sum in.fo fyrr í kvøld visti at siga er nýggjur ÍF spælari, so er nú greitt, at Andy Olsen næsta kappingarár verður ÍF spælari. Tvey tey seinastu árini hevur Andy umboðað NSÍ. Í 2012 spældi hann við KÍ, og øll árini frá 2008 og fram til 2011 umboðaði hann ÍF, sum hann nú hevur skrivað undir sáttmála við. Sáttmálin er galdandi fyri 2015.

ÍF heimasíðan boðar eisini frá, at fleiri av lyklaspælarunum hava skrivað undir nýggjar sáttmálar. Talan er um Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Kristoffur Jakobsen og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum í heyst hevur verið nógv skaðaplágaður.

Málverjin, Hallgrím G. Hansen, og verjuleikararnir Áki Petersen og Leivur Joensen hava skrivað undir fyri 2015, og haraftrat hevur ungi miðvallarin Andrias Poulsen skrivað undir uppá, at hann eisini í 2015 fer at umboða ÍF, veit ÍF heimasíðan at siga.

Tað er greitt, at Albert Ellefsen ikki heldur fram sum venjari í Fuglafirði. Enn hevur einki verið at frætt um, hvør fer at hava ábyrgdina av ÍF liðnum í 2015.