Fyri fyrstu ferð í 77 ár er tað ein breti, sum hevur vunnið einmansleikin hjá monnum. Skotin vann í dag 6-4, 7-5, 6-4 á Novak Djokovic.
26 ára gamli Andy Murray er fyrsti bretin síðani Fred Perry í 1936, sum hevur vunnið Wimbledon. Tað skuldu fimm match bóltar til, áðrenn Andy Murray kláraði at knekka Novak Djokovic.
Novak Djokovic segði eftir dystin, at Andy Murray vann uppiborið og var betri spælarin.
Í gjár vann Marion Bartoli einmansleikin hjá kvinnum.