Andy Joseph í Klaksvík

Andi Joseph í Club 700 fríggjakvøldið 11. September. Í vikuskiftinum verður tann vælumtókti trubadururin Andy Joseph at hoyra í Club 700 í Klaksvík. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Andy Joseph vitjar í Føroyum. Hann hevur áður vitja í eitt nú Cafe Natúr í Havn, og Café XV í Miðvági.

 

Nú er hann aftur í Føroyum, og hesaferð gongur leiðin til Klaksvíkar at spæla. Hetta er fyrstuferð at Andi Joesph spælir í Klaksvík.

 

Andi er búsitandi í Svøríki, men hann er ættaður úr Australia og tað hoyrist á hansara rødd.

 

Til ber at lesa meira um Andy Joseph á heimasíðu hansara www.andijoseph.com