Hóskvøldið 14.juli verður ein sera áhugaverd konsert við írska
trubadurinum Andy Irvine.
Andy Irvine framførir tradisjónsríkan írskan tónleik og síni egna
tónleik.
Um Andy Irvine
Andy Irvine er tónleikari, sangari og sangskrivari, hann er ein av teimum
heilt kendu írsku sangarunum og hevur sín egna stíl og framførsluhátt. Andy
Irvine hevur eina rødd, sum uttan himpr kann sigast at vera ein partur av tí
írsku "sálini".
Sagt verður um hann, at hann er ein tradisjón í sær sjálvum.
Andy Irvine hevur í meir enn 40 ár ferðast víða og verið á tónleikapallum,
og hevur givið út fleiri fløgur bæði einsamallur og við ymiskum orkestrum.
Konsertin við Andy Irvine verður í Leikalund hósdagin 14.juli kl 20. Atgongumerkini fáast
við dyrnar hálvan tíma undan konsertini.