Andy Cole hevur síðani stórfingnu árini í Manchester United verið í nógvum ymsum feløgum, og nú er eitt felag komið á listan aftrat. 35 ára gamli áleyparin er nevniliga leigaður út til Birmingham, sum liggur nummar tvey í næstbestu ensku deildini.
Tað er Portsmouth, ið leigar fyrrverandi enska landsliðsleikaran út. Hann hevur ikki megnað at bitið seg fastan á liðnum hjá teimum, og tískil lata teir nú Birmingham fáa gleði av honum næsta hálva árið.










