Metkeypið hjá West Ham fekk um vikuskiftið reytt kort í dystinum móti Swansea. Stóri áleyparin endaði í hornatøkum við spanska miðverjan hjá Swansea, Chico Flores.
Sjónbandamyndir vísa, at armurin hjá Andy Carroll rakar Chico Flores ovarliga á høvdinum. Spaniólin tekur sær fyri andlitið og tveitur seg niður á vøllin. Tað eru ymiskar meiningar, um talan er um ein hending, ið skal geva reytt kort til nógv útskeldaða West Ham áleyparan, Andy Carroll.
West Ham kærdi reyða kortið, men enska Fótbóltssambandið hevur nú staðfest, at reyða kortið stendur við.
Skomm, skrivar Andy Carroll á twitter síðuna hjá sær. Hann skal nú sita uttanfyri tríggjar teir komandi dystirnar, sum eru móti Aston Villa, Norwich og Southampton. West Ham vann dystin móti Swansea, men liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni.
Chico Flores hevur eisini verið fyri atfinningum fyri at gera ov nógv av í støðuni. Hann var eisini íblandaður eini støðu í fyrra dystinum millum liðini, har venjarin hjá West Ham, Sam Allardyce, bara flenti eftir Chico Flores, ið hann helt gjørdi ov nógv av(Sí sjónbandabrot við at trýsta á pílin á myndini).