Andstyggilig framferð

? Sambandsflokkurin hevur, fyri eina ferð skyld, funnið uppá okkurt nýskapandi í føroyskum politikki, men hatta høvdu teir verið betri fyriuttan, sigur Jóannes Eidesgaard um ræðulýsingina, sum sambandsflokkurin hevði í Dimmu mikudagin

Sambandsflokkurin er farin at ganga nýggjar leiðir í valdystinum.

Á síðu 9 í Dimmalætting mikudagin hevur flokkurin eina heilsíðulýsing, har teir ávara Føroya fólki móti Javnaðarflokkinum.

Í lýsingini ger sambandsflokkurin vart við, at Javnaðarflokkurin á landsfundi hevur samtykt at høvuðsaðalmál floksins er loysing.

Samstundis sigur Sambandsflokkurin, at teir eru teir einastu sum vilja dagføra heimastýrislógina, sum sambært flokkinum hevur fingið grundlógarstatus.

Víst verður eisini til brot úr Sosialinum har sagt verður: »at reglur verða gjørdar um, hvussu farast skal fram, um vit ynskja at fara burtur úr ríkisfelagsskapinum«.

Men tað er ikki bara Javnaðarflokkurin sum fær toyggið. Eisini Fólkaflokkurin fær ein umgang.

Anfinn Kalsberg hevur boðað frá, at samstarvið millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin er at enda komið, stendur í lýsingini.

Sosialurin hevur biðið Jóannes Eidesgaard um eina viðmerking til henda nýggja »trend« í føroyska valdystinum.


Andstyggiligt

? Mín viðmerking til hasa framferðina er, at hatta er andstyggiligt, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Fyri einaferð skyld, kemur nakað nýtt frá hasum flokkinum, men hatta høvdu teir verið betri fyriuttan, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard heldur at lýsingin í Dimmu vísir holdningin hjá Sambandsflokkinum mótvegis Javnaðarflokkinum.

? Hatta sær út sum ein lýsing frá heilsumyndugleikunum móti einari skaðiligari basillu, sigur hann.

? Teir hava eina ræðandi yvirskrift - sum um tað er nakað ræðuligt at verða bangin fyri. Hartil hava teir nógvan tekst - eftir míni metan so nógvan, at eingin tímir at lesa tað har stendur.


Beinleiðis lygn

Men tað sum harmar Jóannes Eidesgaard er, at tað sum stendur um sjálvstýrislógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum.

? Tað sum stendur í lýsingini hjá Sambandsflokkinum um uppskot okkara, er beinleiðis lygn, sigur hann, og tað er hann harmur um.

Jóannes Eidesgaard heldur ikki at hetta sømir seg fyri sambandsflokkin.

? Teir hava altíð verið íímóti øllum nýskapanum. Teir vóru m.a. ímóti uppskotinum um stjórnmálanevnd og upprunaliga vóru teir eisini ímóti heimastýrislógini.

? Og nú standa teir og tvíhalda um at hon skal standa óbroytt.


Onkur vil samstarva

Hetta heldur Jóannes Eidesgaard verða sera harmiligt.

Hann grundgevur fyri hesum á tann hátt, at tað í Sambandsflokkinum eru fólk, sum fegin vilja samstarva við aðrar flokkar um broytingar í skipanini.

? Veljarakanningin hjá tykkum vísir eisini, at tað í Sambandsflokkinum er líka stór undirtøka fyri at broyta heimastýrislógina til eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.

? Kanningin sigur, at ein triðingur av veljarum sambandsfloksins vil hava broytingar í skipanini við Danmark. Tí er henda støðan hjá flokkinum sera óheppin.


Fólk hava skilt boðskapin

Men Jóannes Eidesgaard er tó ikki bangin fyri at føroyingar detta í eina tílíka fellu, sum sambandsflokkurin her leggur út.

?Føroya fólk hevur fingið ein greiðan boðskap frá Javnaðarflokkinum og hann hava tey skilt. Hetta gevur veljarakanningin eisini greið boð um.

? Og tá fólk ynskja broytingar í ríkisfelagsskapinum, men tó soleiðis at Føroyar framhaldandi verða innanfyri ríkisfelagsskapin við Danmark, so fara vit av øllum alvi at arbeiða víðari við hesum málið, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Og so má ræðuherferð Sambandsfloksins verða har ella ikki.