Teir fýra flokkarnir í andstøðuni á tingi vil hitta Kommunufelagið um samráðingarnar um eldraøkið.
Flokkarnir í andstøðuni á tingi vilja nú hava ein kunnandi fund við Kommunufelagið um ætlaðu fíggingina til at umsita eldraøkið.
– Vit halda, at hetta mál er av alstórum týdningi fyri núverandi og komandi ættarlið. Vit hava sum politiskir flokkar á løgtingi higartil bert hoyrt um samráðingarnar um fíggingina umvegis fjølmiðlarnar, siga teir.
– Skal ein varandi og haldgóð skipan gerast og viðgerast á løgtingi við teimum neyðugu atlitunum er neyðugt, at vit fáa innlit í samráðingarnar og teir grundleggjandi spurningarnar, áðrenn ein avtala verður gjørd millum Landsstýrið og Kommunufelagið, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir í áheita til Kommunufelagið.
Skrivað undir áheitanina hava:
Høgni Hoydal
Vegna Javnaðarflokkin
Aksel V. Johannesen
Vegna Framsókn
Poul Michelsen
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard