Andstøðan ikki fingið fundarboð

Poul Michelsen sigur, at samgongan enn ikki hevur boðið andstøðuni á fund um fiskivinnunýskipanina.

Samgongan samráðist um fiskivinnunýskipan í Skálavík í dag. Samgongan setti, fyri eitt sindur av tíð síðani, á stovn arbeiðsbólk, sum skuldi røkka einari semju um fiskivinnunýskipan. Eftir ætlan, so skuldi bólkurin rokkið einari semju áðrenn fyrsta februar komandi ár.

 

Í dag er bólkurin farin til samráðingarborði í Skálavík, men Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum vil ikki gera viðmerkingar fyrr enn í morgin.

 

Samgongan hevur annars boðað frá, at tað var av stórum týdningi, at ein so umfatandi nýskipan skuldi gerast við breiðari politiskari semju.

 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hevur tó ikki fingið nøkur fundarboð enn.

 

Hoyr samrøðuna við Poul Michelsen, við at trýsta á pílin undir myndini.