Tríggir flokkar høvdu framgongd, meðan fýra høvdu afturgongd á valinum í gjar. Teir tríggir eru gomlu andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, meðan samgonguflokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri, sum upprunaliga var í samgonguni, men hevur verið í andstøðu síðani Kári P. Højgaard varð uppsagdur.
Javnaðarflokkurin fekk 25,1 prosent, sum er ein framgongd upp á 7,3 prosent. Tjóðveldi fekk 20,8 prosent, sum er ein framgongd upp á 2,5 prosent. Fólkaflokkurin fekk 18,9 prosent og gekk 3,6 prosent aftur, Sambandsflokkurin fekk 18,8 prosent og gekk 6 prosent aftur.
Framsókn fekk 7 prosent, ein framgongd upp á 0,6 prosent. Miðflokkurin fekk 5,5 prosent, sum er ein afturgongd á 0,7 prosent, meðan Nýtt Sjálvstýri fekk 4 prosent, sum er ein afturgongd á 0,2 prosent.