Andstøðan bjóðar av

Sum partur av fólkafundinum í Runavík fara andstøðan og samgongan at dystast á fótbóltsvøllinum við Løkin í morgin

Á politiska pallinum er ofta dystur ímillum samgongu og andstøðu, og leygardagin verður dysturin fluttur á fótbóltsvøllin við Løkin.

 

Talan er um ein fótbóltsdyst ímillum limir í samgongu- og andstøðuflokkunum, bæði løgtingslimir, fólkatingslimir og kommunustýrislimir.

 

Liðskipari á samgonguliðnum er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og á andstøðuliðnum er Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, liðskipari. Báðir eru teir gamlir fótbóltsspælarar, so tað verður lagt upp til ein spennandi dyst. Sum spælari plagdi Kaj Leo at verja málið, meðan Aksel í sínum lag var í KÍ-álopinum, og so er spurningurin, um tað hesa ferð eydnast klaksvíkinginum at fáa nakrar kúlur framvið løgmanni.

 

Dysturin byrjar klokkan 14.15 í morgin. Spælt verður á hálvum vølli, og hvør hálvleikur er 20 minuttir.