Hóast málið um uppboðssøluna var til viðgerðar í tinginum í gjárkvøldi, so er tað framvegis heitt í Løgtinginum.
Millum tingfólk verður tosað nógv um, hvar málið stendur í løtuni og hvussu tað fer at ganga við tí komandi dagarnar.
Eftir 1.viðgerð í gjár var málið beint í vinnunevndina.
Samgongutingmaðurin Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður í nevndini, men samgongan hevur bert tríggjar av sjey limum í vinnunevndini.
Tað vil siga, at tað er andstøðan, sum avger nær málið kemur aftur úr nevndini. Vanligt er tað so, at nevndirnar hava upp til ein mánaða, áðrenn tær skulu koma viið álitið.
Fyri at fáa eitt álit úr nevndini aftur, so skulu fýra undirskrivtir til og tá ið samgongan ikki hevur meirlutan í nevndini, so hevur hon bert tríggjar undirskrivtir.
Orsøkin til at smgongan bert hevur tríggjar limir í vinnunevndini er, at tá ið nevndirnar skuldu veljast gjørdi samgongan valbólk við Nýtt Sjálvstýri.
Og tá fall tað soleiðis út, at Nýtt Sjálvstýri fekk limin í vinnunevndini, har flokkurin er umboðaður av Bárði Kass Nielsen.










