Hvítarussisk lóg bannar fólki at ganga mótmælisgongu ímóti myndugleikunum, og tí var løgreglan skjót, tá umleið 500 umboð fyri ta politisku andstøðuna gingu mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Minsk týskvøldið.
Fleiri mótmælisfólk vórðu tikin, teirra millum tríggir leiðandi politikarar í andstøðuni. Russiskar tíðindastovur skriva, at ein av politikarunum, Anatolij Lebedko, royndi at sleppa til rýmingar, men at løgreglan jagstraði hann inn á eina matstovu. Løgreglumeninir stongdu síðani dyrnar, og Lebedko bleiv bukaður og síðani handtikin. Hann mátti tó á sjúkrahúsið fyrst.
Tríggir aðrir andstøðupolitikarar, sum vóru uppi í motmælisgonguni, eru dømdir at sita ímillum 10 og 15 dagar í fongsli.
Ein av teimum dømdu segði við russiska útvarpið Ekho Moskvy týsdagin, at andstøðan kann ikki góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni og tjóðartingsvalinum seinasta vikuskiftið, men at Alexander Lukasjenko, forseti, hevur givið løgregluni boð um at kvala øll mótmæli.
Sambært almennu valnevndini fekk andstøðan ikki ein einasta tinglim á valinum. Bæði ES, evropeiski samstarvsfelagsskapurin OSCE og USA siga, at valið var merkt av umfatandi sviki.
Russland hevur harafturímóti góðtikið valúrslitið, men russiskir fjølmiðlar eru alt annað enn hugtiknir av úrslitinum.
-Lukasjenko hevur styrkt støðu sína sum einaræðisharri. Við hesum valinum hevur hann prógvað, at hann megnar at ganga í fótasporum Stalins, skrivaði blaðið Moskovskij Komsomolets fyrradagin.