Andstøðuflokkur stendur til stórsigur í Grønlandi

Inuit Ataqatigiit stendur til at gerast størsti flokkur í Grønlandi við 36 prosentum til landstingsvalið týsdagin

 

Innanhýsis stjórnarstríð og ein sera umstrídd námsverkætlan í syðra parti av Grønlandi tykist hava stóran týdning í veljarakanningum.

Í øllum førum vísir ein kanning í grønlendska miðlinum Sermitsiaq.AG, at Inuit Ataqatigiit (IA) verður størsti flokkur í grønlendska tinginum, Inatsisartut, tá val verður til Grønlendska Sjálvstýri, Naalakkersuisut, 6. apríl.

IA fer at fáa 36 prosent av atkvøðunum, tá grønlendingar fara á val, vísir kanningin.

Múte B. Egede, floksformaðurin, kann tí gerast tann, sum verður landsstýrisformaður (tað sama sum løgmaður hjá okkum) í staðin fyri Kim Kielsen.

Kim Kielsen var koyrdur frá sum formaður í sínum egna flokki, Siumut, í november. Men hann varð sitandi sum formaður fyri grønlendska landsstýri í eini gølu, sum endaði við, at val varð útskrivað.

Í veljarakanningini frá Sermitsiaq.AG stendur Siumut til eina afturgongd frá 27,3 til 23,2 prosent.

Men tað er ikki bara innanhýsis ósemjan í Siumut, sum hevur ávirkan á, hvussu fólk í Grønlandi fara at velja.

Eisini námsverkætlanin nærindis Narsaq í Suðurgrønlandi, hevur ávirkan. Her ætlar felagið Greenland Minerals at vinna sjáldsom ráevni úr Kuannersuit (Kvanefjeld) í nógv ár framyvir.

Sjáldsomu ráevnini hava í sær radioaktiv evni sum uran og thorium.

Siumut stuðlar verkætlanini, meðan IA er greitt ímóti at vinna ráevni úr Kuannersiuit, sum bæði grønlendska felagið Urani Naamik (Uran Nei Takk) og Greenpeace hevur víst sín ótta fyri.

Ein frágreiðing um ávirkanina av verkætlanini á umhvørvið er send til almenna hoyring í Inatsisartut tann 1. juni, ið sum kunnugt er eftir valið.

Tí kann úrslitið av valinum ógvuliga væl gera av framtíðina hjá verkætlanini.

/ritzau/