Andstøðingar fylkjast til jarðarferð í Iran

Í Iran eru fleiri túsund andstøðufólk á veg til tann heilaga býin Qom fyri at vísa virðing fyri ayatollah Hossein Ali Montazeri, sum doyði um vikuskiftið, og sum fer til gravar í dag.

Samstundis eru væl mannað løgreglulið at síggja í gøtunum í Qom, tí myndugleikarnir stúra fyri, at jarðarferðin kann enda við mótmælum og mótmælisgongum ímóti stjórnini, skrivar Reuters.

Montazeri fanst ofta at stýrinum í Teheran, og í summar eggjaði hann teimum ungu í Iran til at halda fram við mótmælunum ímóti stýrinum.

Hann var ein av oddamonnunum í iransku kollveltingini, men fall í ónáðir hjá prestastýrinum, tá hann fanst at teimum vantandi mannarættindunum í Iran.