Hetta hevur als ikki nakað við veruleikan at gera, og er hetta bert roykslør at fjala yvir vantandi førleikar at føra skútuna.
Klaksvíkar Kommuna er farin av kós, millum annað av hesum orsøkum:
Vantandi politiskt fíggjarstýring
Vantandi langtíðar raðfestingar
Hall á fíggjarlógini fleiri ár á rað
Ov nógvar verkætlanir og ikki neyv stýring av teimum.
Andstøðan vil taka hundavaktina um neyðugt.
Vit duga at síggja álvarsemi í støðuni, vit eru í. Tískil vil andstøðan í Klaksvíkar Kommunu vera við til at rætta upp á kósina. Men til tess at tryggja framtíðina, vilja vit seta hesi uppskot fram, í samband við fíggjarlógina 2009.
Raksturin skal skerjast. Skal í minsta lagið niður á 88 mió.
Fíggjarlógin skal javnviga.
Klaksvíkar Kommuna skal gera langtíðar raðfestingar.
Greið útmelding frá Klaksvíkar Kommunu skal fyriliggja, um hví vit eru komin í hesa støðu – og hetta er ikki orsakað av vantandi inntøkum í ár
Serfrøðingur/konsulentur skal setast aftur at greina og betra um raksturin av Klaksvíkar Kommunu
Eitt hvørt inntriv, sum verður gjørt í samband við fíggjarlógina 2009, skal øll samgongan standa aftanfyri, um teir ynskja at andstøðan skal verða við.
Sambandsflokkurin: Hans Arne Bertholdsen
Javnaðarflokkurin: Tummas Lervig og Signhild Joensen
Sjálvstýrisflokkurin: Kristian Eli Zachariasen










