Aksel V. Johannesen, fíggjarnevndarlimur fyri Javnaðarflokkin
--------
Samgongan í fíggjarnevndini vil skerja játtanina til at byggja nýggjar vardar bústaðir við 12 mió. krónum. Við skerjingini verða verkætlanirnar givnar upp fyri skutil. Andstøðuumboðini í taka ikki undir við skerjingini og hava sett av neyðuga peningin í sínum uppskoti til fíggjarlóg.
Tað er eingin loyna, at tørvurin á vardum bústøðum er ovurstórur og langur bíðilisti er. Sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum eru 56 fólk á bíðilista til bústaðir. Tí var tað ein kærkomin glotti, tá farna samgonga setti sjøtil á at fáa útvega 50-60 hóskandi bústaðir til børn og vaksin við serligum tørvi kring landið. Men nú ætlar samongan at skerja játtanina til hesar verkætlanir við 12 mió. í 2012.
Vit í minnilutanum í fíggjarnevndini – Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi - mæla hinvegin til, at vit halda okkum til upprunaligu ætlanirnar og hava tí sett tær 33,5 mió. kr av, sum verklagslógirnar og fíggjarkarmarnir annars áseta. Minnilutin heldur at tað er alneyðugt at raðfesta hesa íløgu, so fólk við serligum tørvi kunnu fáa ein hóskandi bústað sum skjótast. Av hesum 33,5 mió. kr. eru 11,5 mio. til vardar íbúður til fólk við serligum avbjóðingum í Eysturoy og Norðoyggjum, 10 mió. kr. til heim til sinnisveik í Tórshavn og 12 mió. kr. til depil til børn og ung í Eysturoynni.
Ætlanin hevur verið, at allir hesir bústaðir skuldu takast í nýtslu í 2013. Til tað krevst, at neyðugi peningurin verður settur av til endamálið. Samgongan setur ikki neyðuga peningin av, og tað er óskiljandi. Vónandi fara onnur í samgonguni at taka undir við uppskotinum hjá okkum, tá atkvøðugreiðsla verður í morgin.










