Í Sosialinum fríggjadagin í seinastu langaði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins hart út eftir andstøðuni á tingi.
Andstøðan er alt ov bitleys, og báðir andstøðuleiðararnir minna mest um sunnudagsskúladreingir, skrivaði Jóannes Eidesgaard í tíðargrein síni.
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins heldur ikki, at flokkurin hugsjónarliga er broyttur. Hugsjónarliga støðan er tann sama, antin flokkurin er í andstøðu ella í samgongu.
Hann viðgongur, at hann ikki hevur buldrað so nógv, men tað liggur ikki til hansara, sigur Aksel V. Johannesen.
- Vit eru kanska so ymiskir sum persónar, men eg vóni, at vit kunnu vinna fram við skilagóðum sjónarmiðum. Tað hevur ikki skatt flokkin, at vit ikki hava buldrað so nógv, og eg ivist ikki í, at hóliga koma vit líka langt, sigur Aksel V. Johannesen, sum væl tolir atfinningarnar frá undanfarna formanninum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi vísir aftur, at einki veiggj er í andstøðuni.
Hann nevnir, at andstøðuflokkarnir hava samstarvað væl og tikið allar dystirnar við samgonguna.
- Og allir tinglimir í andstøðu hava tikið sera virknan lut – ikki bert formenninir, sigur Høgni Hoydal.
Hann nevnir orðaskiftini, sum vóru um skatt, pensjónsskatting og fíggjarlóg, og hann heldur andstøðuna hava verið sera virkna á øðrum økjum eisini. Andstøðan hevur samstarvað og samskift við fakfeløg, vinnufeløg og ungdómsfeløg, hon skipaði fyri ráðstevnu um fiskivinnupolitikk og fólksins ogn. Og so víðari.










