Fólk verða tikin og sett føst, sjálvt um tey eru ósek, og í fongslunum verða fleiri teirra pínd. Summi sita einsamøll í klivanum í langa tíð.
Hetta eru nakrar av ákærunum, sum mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur í einari nýggjari frágreiðing um mannarættindini í Iran. Í teirri drúgvu frágreiðingini kemur felagsskapurin til ta niðurstøðu, at mannarættindini hava ikki verið so lítið vird í Iran, síðani tann nýskipanarhugaði Mohammad Khatami varð valdur til forseta fyri sjey árum síðani. Víst verður á, at hóast ES hevur lagt trýst á iransku myndugleikarnar fyri at fáa teir at halda altjóða reglurnar, er eingin bati hendur.
Human Rights Watch hevur tosað við fleiri fólk, sum hava sitið fangar í Iran. Teirra millum eru tíðindafólk, rithøvundar og studentar, sum hava verið sett føst og illa viðfarin, tí tey høvdu eina aðra politiska áskoðan enn tað ráðandi prestastýrið. Í fleiri førum nýttu myndugleikarnir píning og annan harðskap fyri at fáa tey tiknu at avdúka tað, tey vistu um ta politisku andstøðuna.
Sambært iranskari lóg er tað bannað at pína fangar ella at nýta annan harðskap ímóti teimum, men Human Rights Watch sigur, at myndugleikarnir leggja lítið í lógina. Tvørturímóti eru løgreglan og trygdartænastan teir ringastu at bróta lógina.
Human Rights Watch heldur, at tann stóri valsigurin hjá Mohammad Khatami í 1997 var óbeinleiðis byrjanin til harðskapin ímóti andstøðingunum. Tað vóru serliga tey ungu og nýskipanarhugaðu, sum stuðlaðu Khatami, og endamálið við harðskapinum er at kúga tey, so prestastýrið kann varðveita valdið, sigur Human Rights Watch.
Felagsskapurin finst samstundis at umheiminum og serliga ES fyri at venda tað deyva oyrað til.