Andstøðan vann í Fraklandi

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava teir fronsku sosialistarnir og teirra andstøðufelagar vunnið meirilutan í Senatinum í tjóðartinginum. Tað vóru 150.000 lokalir valmenn, sum skuldu manna Senatið, og sambært fronsku fjølmiðlunum fingu andstøðuflokkarnir 23 av teimum 170 sessunum, sum skuldu veljast í dag, og tað var nóg mikið til at fáa meiriluta.

Úrslitið ber í sær, at sosialistarnir og hinir andstøðuflokkarnir hava 176 av teimum 348 sessunum í Senatinum.

Politiskir eygleiðarar í París siga, at úrslitið kom ikki óvart á teir, tí tann høgrasinnaði UMP-flokkurin hjá Nicolas Sarkozy, forseta hevur tapt fleiri lokalval í seinastuni.