Meiningakaningar hava leingi víst borgarligan meiriluta millum teir norsku veljararnar, og ein nýggj kanning staðfestir gongdina. Kanningin, sum er gjørd fyri Dagbladet, vísir, at hevði stórtingsval verið nú, høvdu Høyre, Fremskrittpartiet, Kristelig Folkeparti og Venstre fingið 110 tinglimir ímóti 59 til stjórnarsamgonguna.
Høyre er tann stóri vinnarin. Kanningin sigur, at flokkurin hevði fingið 60 tinglimir ella júst tvær ferðir fleiri, enn hann hevur nú. Og hóast Fremskrittpartiet hevur afturgongd, høvdu teir báðir flokkarnir 91 tinglimir og sostatt greiða meiriluta at skipa egna stjórn.
Fyri stjórnarsamgonguna hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra er kanningin ein vanlukka. Arbeiðaraflokkurin stendur seg toliliga væl, men Senterpartiet og SV høvdu mist níggju tinglimir hvør og høvdu havt eitt umboð eftir í Stórtinginum í part, um val hevði verið nú.










