Andstøðan til reiðar við misáliti

Landsstýriskvinnan hevur í dag boðað frá, at hon framvegis ætlar at hækka gjaldið av búplássum hjá pensjónistum, og hetta hevur fingið øði í andstøðuna. Málið um gjald av búplássum hjá pensjónistum er eftir øllum at døma als ikki avgreitt. Rósa Samuelsen hevur í dag boðað frá, at hon í næstum fer at kunngera hækkingina av kostnaðinum av búplássum hjá pensjónistum.

Fyri stuttum var landsstýriskvinnan løgd undir trýst bæði frá samgongu og andstøðu um hetta mál, og eina løtu sá út til, at landsstýriskvinnan fór at gera stórar broytingar í uppskotinum, soleiðis, at uppskotið kundi fáa breiða semju. Men hetta hevur ikki eydnast henni, tí hennara fráboðan í dag hevur fingið øði í andstøðuna, sum nú fyri aðru fer er til reiðar við einum misálitsuppskotið móti landsstýriskvinnuni.

Jenis av Rana sigur við Miðlahúsið í dag, at hann framvegis ivast í hvat úrslitið av hesum verður, tí sambært honum, eru politikarar í samgonguni sum siga, at landsstýriskvinnan als ikki hevur undirtøku í málinum. Men verður hetta veruleiki, er Jenis av Rana ikki í iva um, hvat næsta stigið hjá andstøðuni verður.

-Vit hava í dag prátað við hinar andstøðuflokkarnar, og vit eru til reiðar at leggja misálitið fram í komandi viku, um landsstýriskvinnan ger álvara av sínum hóttanum, sigur Jenis av Rana, sum leggur aftrat, at hetta uppskot er ikki nakað, sum Føroya fólk kann góðtaka.