Størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum er manglandi fólkavøkstur. Eftir fleiri ár við vøkstri er fólkatalið nú fallandi. Tilflytingin er minkað seinastu árini, meðan fráflytingin hevur verið støðug.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði í ólavsøkurøðuni, at orsøkir til manglandi fólkavøksturin eru nógvar.
- Fróðskaparsetrið hevur ment seg nógv seinnu árini. Men neyðugt verður við betri lestrarmøguleikum og einum stimbrandi lestrarumhvørvi, fyri at fleiri lesandi kunnu og vilja taka sína útbúgving her, segði løgmaður.
Hann fer í næstum at seta ein bólk at útgreina og gera eina heildarætlan við átøkum, ið skulu setast í verk fyri at skapa fólkavøkstur.
Langt millum orð og gerðir
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, dámdi væl stórar partar av løgmansrøðuni. Enn hevur kortini verið langt millum orð løgmans og tann politikk, sum samgongan hevur ført. Hann sigur seg hava trupult at taka orð løgmans í álvara, so leingi samanhangur ikki er millum orðini hjá løgmanni og politikkin hjá samgonguni.
Vit vita, at nógvir ungdómar flyta av landinum í útbúgvingarørindum. Hóast hetta er stimbrandi, so er vandin tann, at fleiri flyta ikki heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur.
- Hóast løgmaður sigur, at samgongan hevur uppraðfest útbúgving í fíggjarkarminum, og hóast hann vísir á, at tað er alneyðugt at uppraðfesta útbúgving, so okkara ungdómur í størri mun fær møguleika at útbúgva seg í Føroyum, so hevur samgongan hjá løgmanni skorið hægri útbúgving í samtyktu fíggjarkørmunum. Orð og gerðir hjá løgmanni hanga ikki saman her, sigur Aksel V. Johannesen.
- Tá løgmaður sigur, at samgongan hevur uppraðfest útbúgving, so er hetta ikki rætt. Javnaðarflokkurin heitir inniliga á løgmann um, heldur enn bara at tosa, at vísa í verki, at samgongan vil raðfesta útbúgving. Okkara stuðul skal ikki liggja eftir, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, mælir eisini staðiliga til størri íløgur í Fróðskaparsetri. Hann vísir á, at tað hevur víst seg, at býir og øki, sum hava dúvað upp á eitt kappingarført universitet, hava fólkavøkstur og búskaparvøkstur.
- Vit mugu syrgja fyri, at ungdómurin kann taka ein part av útbúgvingini her. Hetta má raðfestast hægri umgangandi, sigur hann.
Løgmaður viðgongur, at skúlatilboðini skulu styrkjast.
- Mær tykir nívandi tungt at síggja ungdómin fara av landinum. Vit mugu vera til bata fyri hesum, sigur hann.
Marokko er einki fyri Poul
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, heldur ólavsøkurøðuna hjá løgmanni vera lítið ítøkiliga. Hann er serliga harmur um orðingina, at løgmaður vil hava breiðar semjur, sum røkka longri enn eitt valskeið.
- Minnilutasamgongan breyt upp úr nýggjum við fiskivinnuavtalum og øðrum, men har stendur einki eftir, sigur Poul Michelsen.
Løgmaður vísir í ólavsøkurøðuni á, at Føroyar eru slopnar lutfalsliga snikkaleysar gjøgnum kreppuna í heimsbúskapinum. Bæði tí, at samfelagið var væl fyri, tá kreppan av álvara fór at gera um seg, og tí vit hava tikið rættstundis avgerðir, ið hava vent gongdini. Vend er komin í føroyska búskapin. Lønarútgjaldingarnar vaksa, útflutningurin veksur, hallið minkar og arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er nú millum tey lægstu í Evropa.
Formaðurin í Framsókn minnir kortini á, at búskapartølini eru ikki alt.
- Tað er sera umráðandi at skapa eitt samfelag, har borgararnir trívast og hava álit á politisku skipanina. Fólkafráflytingin er støðug, tí fólk hava ikki álit á politisku kósina. Um tað bara snúði seg um pengar, so búði eg í Marokko nú. Eg vil búgva her saman við tykkum, og eg vil eisini, at onnur hava hug at búgva her. Tað er krav, at vit skapa álit millum politisku skipanina og borgararnar, sigur Poul Michelsen, sum heldur, at løgmaður hevur nógvar skynsamar ætlanir, men har lítið og einki aftanfyri.
Útbúgving verður uppraðfest
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði í viðtalu við Sosialin tann 6. juli í ár, at hann og hini, sum hava ábyrgdina av øllum útjaðarøkjum í heiminum, hava ikki dugað nóg væl, tá umrøður fólkafráflyting.
Hann ásannaði tá, at Føroyar sleppa ikki undan at uppraðfesta útbúgvingarøki. Hann treiv í aftur tað sama í ólavsøkurøðuni.
Tað er nú nógv, sum bendir á, at størri játtan verður til Fróðskaparsetri og útbúgvingar sum heild, tá fíggjarlógin verður smíðað í heyst.