POLITIKKUR
?Hetta er óvirðiliga støða, og Føroya fólk hevur ikki uppiborið slíka politiska leiðslu.
So avgjørdur skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi í sambandi við framferð løgmans í samgongusamráðingunum.
Tað er rættiliga komin røring í, tí bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava nú sent út tíðindaskriv um løgmann og hansara samráðingarroyndir.
Sambandsflokkurin er av teirra fatan, at tað er loysingarhugurin hjá løgmanni og Fólkaflokkinum, sum hevur forðað fyri einari breiðari samgongu.
Sambandsflokkurin heldur ikki, at løgmaður hevur havt nakra orsøk at útilokað Sambandsflokkin frá samgongusamráðingunum.
?Allar umberingarn um vantandi undirtøku fyri ávísum yvirtøkum ella hóttanum um endaliga innliman í danska ríkið eru burturvið og uttan nakað sum helst samsvar við veruleikan, sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Boðini frá Sambandsflokkinum eru, at løgmaður eigur at leggja frá sær.
Javnaðar
Eisini Javnaðarflokkurin er ónøgdur við leiklutin hjá løgmanni.
?Í sambandi við uppsteðgaðu samráðingarnar um eina breiða samgongu millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sjalvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin legði formaður Javnaðarfloksins á fundi í Tinganesi fyrrapartin í gjár hin 24. mei 2002 eitt uppskot fyri løgmann. Eitt uppskot, sum tók støðu í tí máli, ósemja var um undir samráðingunum, men sum kundi loyst knútin, íkomin var.
Løgmaður metti uppskotið at vera eina gongda leið burtur úr fastlæstu støðuni.
Enn hevur Javnaðarflokkurin einki frætt aftur frá løgmanni.
Javnaðarflokkurin hevur sent út einki minni enn tvey tíðindaskriv. Teir harmast m.a., at løgmaður í Útvarpi Føroya skal hava sagt, at Javnaðarflokkurin hevur havt møguleikan seinastu vikurnar.
Hvat annars er farið fram síðan valið 30. apríl 2002, er at siga, at Javnaðarflokkurin og uttan iva eisini aðrir flokkar bert hava bíðað, meðan Fólkaflokkurin hevur samráðst við seg sjálvan.
?Tað harmar eisini Javnaðarflokkin almikið, at Høgni Hoydal vegna Tjóðveldisflokkin ikki hevur fingið fráboðan frá løgmanni um seinasta útspælið frá Javnaðarflokkinum soleiðis, at fyrstnevndu samráðingar kundu verið tiknar uppaftur, endar Javnarðflokkurin í tíðindaskrivi mánamorgunin.