Andstøðan á løgtingi reisir misálit móti landsstýrinum. Tað er greitt. Men hon ivast í, hvønn veg kanónirnar skulu venda. Móti Jørgin Niclasen, landsstýrismanni, ella ímóti Anfinn Kallsberg, løgmanni.
Formenninir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum hava tosað saman fleiri ferðir síðstu dagarnar, har teir hava umrøtt møguleikan fyri, hvat skuldi henda, tá Anfinn Kallsberg løgmaður fór at fríkenna Jørgin Niclasen. Men enn eru flokkarnir ikki komnir ásamt um, hvør eigur at verður settur til atkvøðugreiðslu, tá løgtingið kemur saman aftur.
Løgmaður ábyrgd
Ein einstakur løgtingsmaður kann seta fram misálit móti antin løgmanni ella landsstýrismanni. Men skal viðkomandi frá, skulu minst 17 av 32 tingmonnum atkvøða fyri. Samgongan telur 17 og andstøðan 15 tingmenn, og tí er avgerandi, hvønn taktikk andstøðan velur, um ætlanin skal eydnast.
Javnaðarflokkurin hellir til eitt misálit á landsstýrismannin sjálvan, meðan Sambandsflokkurin heldur sær løgmann settan undir atkvøðugreiðslu.
? Vit hava viðgjørt málið í Sambandsflokkinum, og vit eru ikki í iva um, at eitt misálit eigur at vera vent ímóti løgmanni. Tað er hann, sum setir landsstýrismenn í starv, og tað er hann, sum hevur høvuðsábyrgdina fyri, at hansara landsstýrismenn røkja sítt embæti á fullgóðan hátt, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum.
Hinvegin viðgongur hon, at tað hevði verið stak óheppið, um kanónirnar hjá andstøðuni peikaðu hvør sín veg, og tí mugu partarnir finna eitt felags stev.
Jóannes telur
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur seg væl skilja sjónarmiðið hjá Sambandsflokkinum, men hann ivast í úrslitinum, um løgmaður stendur fyri skotum.
? Eg telji eitt sindur upp á knøttarnar, tá tað skal gerast av, hvønn veg misálitið skal venda. Tað er sjálvandi løgmaður, sum er settur beinleiðis av løgtinginum, men eg eri komin til, at tað er klókari av okkum at reisa misálit beinleiðis ímóti Jørgin Niclasen, tí annars frítaka vit ávísum pørtum av samgonguni at taka støðu í ítøkiliga málinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað er ikki løgmaður, sum sambært kanningarstjóranum hevur brotið lógina, og tí er tað lættari hjá Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum at verja seg ímóti at atkvøða fyri einum misáliti.
? Reisa vit misálit ímóti Jørgin Niclasen, so halda vit okkum til sjálvt málið. Ein kanning, sum løgtingið hevur sett í verk, staðfestir, at landsstýrismaðurin hevur brotið lógina, og tað kann gerast torført hjá eitt nú Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen, sum upprunaliga reisti málið í løgtinginum, at verja tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jura og politikkur
Fyri Jóannes Eidesgaard snýr málið seg mest um løgfrøði. Kanningin staðfestir, at málsviðgerðin ikki hevur verið í samsvari við lógina, og tí sóknast hann eftir, at løgtingið og serliga Tjóðveldisflokkurin, hvørs formaður er løgmálaráðharri, tekur støðu til tað.
? Um eitt misálit fellur, og hetta málið sleppur at standa ósvarað, so hevur føroyska rættarsamfelagið fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. So er tað ikki rættvísi, sum telur, men viljin at halda fast við valdið, sum gerst altavgerandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Lisbeth L. Petersen heldur hinvegin, at málið fyrst og fremst er politiskt.
? Høvuðsspurningurin fyri okkum er, at álitið á politisku skipanina millum fólk er fokið, og tað er ótrúliga týdningarmikið fyri okkum at halda fast við tað. Vit hava ikki viðgjørt kanningina, tí tað er trupult at taka støðu til ymiskar løgfrøðiligar tulkingar. Vit kunnu bara staðfesta, at alt ikki er farið rætt fram, og tí má onkur lúta, so álitið verður rættað uppaftur, sigur Lisbeth L. Petersen.
Løgtingið kemur saman aftur týsdagin, og tað er ikki óhugsandi, at eitt misálit verður reist longu tá, skilst á andstøðuni.










