Tað er líkt til, at andstøðuflokkarnir fingu nógvar atkvøður á pakistanska tjóðartingsvalinum í gjár. Úrslitið kemur seinni í dag Viðhaldsfólk hjá andstøðuflokkunum PML-N og PPP hava verið í gøtunum í fleiri pakistonskum býum í nátt, tí tey vilja vera við, at teirra flokkar vunnu tjóðartingsvalið í gjár.
Fyribilstøl benda eisini á, at teir báðir andstøðuflokkarnir hava fingið nógvar atkvøður, men eygleiðarar siga, at tað ber ikki til at siga enn, hvør hevur vunnið.
Pervez Musharaf, forseti, hevur sagt, at hann fer at viðurkenna valúrslitið, sama hvør vinnur. Eygleiðarar siga, at vinnur andstøðan greiðan sigur, kann tað fáa avleiðingar fyri valdið hjá forsetanum.










