Andstøðan sker 70 mió av undirskotinum

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini hjá løgtinginum hava, saman við Framsókn, gjørt eitt alternativt uppskot til fíggjarkarmar fyri næstu fimm árini.

Andstøðan sigur seg kunna fáa hallið hjá landskassanum niður á 165 milliónir krónur næsta ár. Fíggjarkarmanir hjá landsstýrinum leggja upp til, at hallið verður 235 milliónir næsta ár.

Andstøðan sigur seg kunna vísa á eina aðra kós fyri Føroyar. Nøkur av átøkunum í alternativu kósini eru at játta:

- 21 mió. kr. til at hækka barnafrádrátt úr 6500 upp í 8000 kr. árliga pr. barn.

- 2,6 mió. kr. til at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar úr 544 upp í 800 kr. mánaðarliga pr. barn.

- Øll átøkini í heildarætlanini fyri fólkavøkstur skulu takast við, samanlagt 32,5 mió. kr í 2014.

- 11 mió. kr. eyka til útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum

- 15 mió. kr. eyka til vinnugranskingarsamstarv millum Fróðskaparsetrið og vinnulívið

- 8 mió. kr. til at seta gongd á at byggja nýtt Havrannsóknarskip (hartil eru støðlaðar nærum 20 mió.),

- 5 mió. kr. til at fara undir fyrstu stigini til eitt Tjóðleikhús (hartil er støðlað upphædd),

Eisini vil andstøðan endurstovna Landsbankan, ríkisveitingin úr Danmark skal ikki prístalsregulerast og útlendingaøkið skal yvirtakast.

Andstøðan roknar við, at teirra fíggjarpolitikkur vil seta gongd á samfelagshjólini. Tað skal skapa økta nýtslu, og harvið fleiri pengar í landskassan. Nýtslukvotan skal upp, sum tað eitur í uppskotinum. Hetta skal geva 83,7 milliónir krónur meira í landskassan.

Annars er tað í høvuðsheitum uppboðssøla av uppsjóvarfiski, ið skal fíggja politikkin. Andstøðan mælir til at selja part av makrel- og sildakvotuni á uppboði næsta ár, og skal hetta, saman við brúksgjaldi á aliloyvi, geva 195 milliónir í landskassan. Tað eru 50 milliónir meira enn landsstýrið leggur upp til.

Eisini roknar andstøðan við at fáa 16 milliónir krónur afturat í inntøku við at herða eftirlitið hjá Taks.