Andstøðan ósamd

Sambandsflokkurin metir tað vera púra beint at gera Postverkið til alment partafelag, meðan Javnaðarflokkurin hinvegin metir hetta vera púra burturvið

Nógv hevur verið frammi um framtíðarætlanirnar við Postverkinum, nú pengakassin brátt er tómur og peningur má finnas, skal Postverkið ikki steðga upp.

Men hvat heldur andstøðan um prátið um at gera Postverkið til alment partafelag?

Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, heldur hetta vera tað einasta rætta.

- Í seinastu samgongu legði Ivan Johannesen lógaruppskot fram um at skipa Postverkið um til alment partafelag. Men hetta datt niðurfyri, tá val varð útskrivað, sigur Edmund Joensen.

Hann er tó framvegis vísur í, at hetta er rætta leiðin at ganga. Hann heldur, at støðan er einki broytt, men leggur afturat, at flokkurin hevur ikki viðgjørt hetta av nýggjum.

Edmund Joensen metir, at ein má laga seg til broyttar tíðir og viðurskifti. Hann vísir t.d. á skeivleikan í, at Postverkið legði leygardagin burturúr, tí onnur taka yvir virksemið, sum er slíkan dag, og tey taka aðrar uppgávur við sær eisini.

Edmund Joensen heldur, at samgongan er ikki før fyri at skera ígjøgnum og at hetta verður verri fyri hvønn dag sum gongur, tí Postverkið fær meira og meira at vinna inn aftur.

- Tað eru politikararnir, ið mugu taka støðu, tí leiðslan kann einki gera, vísir Edmund Joensen á.


Púra burturvið

Javnaðarflokkurin er ikki samdur við Sambandsflokkinum um framtíðarvánirnar hjá Postverkinum.

Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum sigur seg ikki skilja, hvørjum tað skal tæna, at gera Postverkið til alment partafelag.

- Tað er púra burturvið. Tað kann millum annað føra til, at umstøðurnar hjá starvsfólkinum versna. Postverkið hevur samfelagsliga funktión. Rættast er at geva Postverkinum nóg mikið av peningi, so arbeiðið kann gerast, heldur Kristian Magnussen.

Hann minnir á, at spurningurin er ikki so einfaldur. Á mongum smærri plássum er posthúsið einasta almenna kontór

- Nú fáa fólk ikki eingang bløðini leygardag. Hvat er ætlanin. At spara og lata børn renna við postinum, spyr Kristian Magnussen, ið heldur tað vera ábyrgdarleyst av politikarum at lata Postverkið koyra seg í óføri.