Andstøðan rýmdi tá Putin helt røðu

Nógvir tjóðartingslimir hjá russisku andstøðuni rýmdu úr tingsalinum, tá Vladimir Putin, forsætisráðharri, helt røðu í tinginum í dag. Í røðuni segði Putin, at spenningur hevur verið í samfelagnum ta seinastu tíðina, men hann helt, at nú er stundin komin til samstarv.

-Í einum búnum demokratii er tað so, at valini enda, og at síðani byrjar eitt nýtt og nógv týdningarmeiri tíðarskeið við felags arbeiði, segði Putin í røðuni. Men tað vóru ikki allir tinglimirnir, sum vístu serligan hug at arbeiða saman við tí komandi forsetanum, tí 64 tinglimir hjá flokkinum Eitt Rættvíst Russland reistust og rýmdu úr tingsalinum, meðan Putin helt røðu.

Politiskir eygleiðarar í Moskva halda, at røðan í dag var tann seinasta hjá Putin sum forsætisráðharri. Tann 7. mai verður hann tikin í eið sum forseti.