Andstøðan í Løgtinginum skrædnaði

Løgtingsfundurin mikukvøldið kostaði samstarvinum í andstøðuni lívið. Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, vil ikki longur stuðla umboðnum hjá Tjóveldinum í Fíggjarnevndini og tí hevur hann sagt valbólkin í andstøðuni, upp.

Formaður Sjálvstýrisfloksins sigur, at hann hevur ikki longur samvitsku til at stuðla, at Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen varðveita sessin í Fíggjarnevndini. Tey bæði umboða Tjóðveldi í Fíggjarnevndini.

Hann sigur, at hesa niðurstøðu kom hann til eftir at sjálvt umboð fyri Tjóðveldi atkvøddu fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum so at fíggjarlógin kundi avgreiðast eftir eini lítlari løtu fyri at tinglimir kundu fáa jólafrí - til einaferð síðst í januar.

- Sostatt fingu vit einar fimm minuttir at seta okkum inn í viðurskiftini og tað góðtaki ikki, serliga tá ið enntá andstøðan í Løgtinginum tekur undir við samgonguni, eftir at hava brúkt alt valskeiðið upp á at hunddálka tað mesta av tí, hon er komin við.

- Hetta gevur okkum ongan veruligan møguleika viðgera tær raðfestingar, sum eru gjørdar í fíggjarlógini.

- Støðan vísir, at fólkaræðið er skúgvað til viks og eftir mínum tykki hevur eisini andstøðan víst í verki, at tá ið á stendur, svíkur hon sítt lyfti um at vera eitt alternativt til samgonguna.

Tá ið Kári á Rógvi segði valbólkin í andstøðuni upp, bað hann samstundis um, at nevndirnar blivu valdar av nýggjum, men tað fekk hann ikki undirtøku fyri.

- Høvdu nevndirnar verðið valdar av nýggjum, er tað trúligt, at Sjálvstýrisflokkurin hevði mist onkran nevndarsess.

- Men afturfyri verður okkara politikkur greiðari og so fingu vit staðfest, at vit føra okkara egna politikk fram heldur enn at vera í valbólki og sostatt stuðla at, restin av samgonguni stuðlar samgonguni, sigur Kári á Rógvi.