Andstøðan: Løgmaður misbrúkar valdið

Tann drúgva samráðingarmánaðan eftir valið varð frá fleiri síðum funnist harðliga at framferðini hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni.

Politikkur

Tað varð sagt, at tað var fullkomiliga upp til hansara privata ?forgottbefinnandi? at avgera, hvør skuldi samráðast, hvussu longi samráðast skuldi, hvør niðurstøða skuldi gerast, og hvør skuldi blakast út og hvør takast inn. Víst varð á, at gamaní var hetta ein leiklutur hann hevði heimild til eftir stýrisskipanarlógini, men soleiðis sum hann útinti henda leiklut, var tað ein ljót viðferð av demokratiskum spælireglum og undir øllum umstøðum í stríð við vanligu uppfatanina fólk hava av demokratisku hugsjónini. Framferðin hjá løgmanni avdúkaði eitt ódemokratiskt lýti við stýrisskipanarlógini: at løgmaður bara bleiv sitandi við maktini, sjálvt um hann og hansara samgonga høvdu tapt valið.

Anfinnur Kallsberg er á ongan hátt samdur í hesum skoðsmáli:

-Hatta svari eg dundrandi nei til. Tí vit høvdu eina stýrisskipan frammanundan, sum segði, at eftir eitt val skuldi nýtt landsstýri skipast, nýggjur løgmaður og eitt nýtt landsstýri veljast. Ta skipanina fór man frá í 1994 og varð ein onnur skipan sett í verk, sum sigur, at eftir eitt val situr ein samgonga, til hon fær ein meiriluta ímóti sær. Tað varð gjørt fyri at fylgja tí parlamentarisku skipan, sum er galdandi aðrastaðni og sum eitur negativ parlamentarisma, tvs. at tú situr, til tú fær ein meiriluta ímóti tær.

-Tað eg gjørdi eftir valið, sigur løgmaður víðari, var at spyrja allar flokkar, um eg skuldi royna at finna eitt parlamentariskt grundarlag ella um eg skuldi fara til løgtingsformannin. Tað var eingin flokkur, sum boðaði frá, at eg skuldi fara til løgtingsformannin. Tí helt eg tað var mín skylda sum løgmaður at royna at fáa eina nýggja samgongu, sum hevði eitt samt parlamentariskt bakland aftanfyri seg. At tað tók longri tíð enn tað átti, komst m.a. av, at hinir flokkarnir vildu nakað annað enn eg, men allir sóu sær ein møguleika at vera við.

Løgmaður heldur tað tí vera órættvís at kalla seg ódemokratiska og vilja misbrúka valdið, tá hann hevði fingið tað signalið frá øllum flokkum: tá var tað hansara skylda at royna tað, og tað varð tað hann gjørdi.

Løgmaður vísir á, at um henda samgongan ikki kom upp at standa, so hevði hann biðið um at verða loystur úr starvi.

Anfinnur Kallsberg ivast onga løtu í, hóast lemjandi atfinningar frá øðrum flokkum, at hann hevur borið seg demokratiskt og rætt at. -Eg havi bara gjørt tað, sum allir flokkar hava álagt mær at gera. Hvørki meira ella minni.