Andstøðan kunnað um yvirtøkur

Embætisliga eru fleiri yvirtøkur komnar undir land, men tann trupli politiski parturin er eftir. Herfyri varð andstøðan kunnað, og næsta stigið verður at fáa eina politiska avgerð um víðari gongdina

Yvirtøkuætlanin hjá samgonguni gongur spakuliga framá.
Týsdagin eftir døgurða varð andstøðan í Løgtinginum kunnað um yvirtøkulógina og tær ætlanir um yvirtøkur, sum løgmálaráðið arbeiðir við.
Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum, greiddi saman við øðrum frá, hvussu arbeiðið á embætismannastigi hevur gingið. Hann segði frá sonevndu yvirtøkulógini, sum hevur verið frammi. Málið við henni er at skipa allar yvirtøkur í eini og somu lóg, so tað ikki skal vera neyðugt at fara ígjøgnum Fólkatingið, hvørja ferð ein yvirtøka skal fremjast.
Embætisbólkar hjá stjórnini og landsstýrinum hava fyrireikað yvirtøkurnar, og nú er tann politiski parturin eftir. Sambært embætisfólkum hava samráðingarnar gingið væl og fyrsti parturin í ætlanini at yvirtaka løgreglu, rættarskipan, útlendingamál, persóns-, arva- og familjurætt eru mest sum komnar undir land á embætismannastigi.
Eftir er so tann politiski parturin. Í næstu viku kemur Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri til Føroya, og tá kann ein avtala væntast um, hvussu víðari verður farið fram.