Andstøðan hevur longu gjørt niðurstøðuna

Tað er eingin ivi um, at løgmaður hevur útint sína eftirlitsskyldu, sigur løgmaður.

- Tað er teirra rættur at seta ein kanningarstjóra, men tað er eingin ivi um, at løgmaður hevur útint sína eftirlitsskyldu, sigur løgmaður.

 

Andstøðan í Løgtinginum hevur heitt á løgtingsformannin um at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu til lítar.

 

15 tingfólk hava biðið um ein kanningarstjóra og tá ið so er, skal tingformaðurin seta ein kanningarstjóra.

 

Hvør tað verður er enn ikki avgjørt, men vanliga eru tað løgfrøðingar, sum gera slíkar kanningar.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur lítið um hesa umbønina frá andstøðuni.

- Eg haldi at andstøðan hevur havt rættiliga nógvar skuldsetingar móti nógvum landsstýrisfólkum og eisini móti mær, til dømis, tá eg hevði tikið avgerð um at yvirtaka grein 14, stk 2 (í hjúnarbandslógini, red.), sigur løgmaður, sum vísir á, at fleiri løgfrøðingar mettu, at hann hevði heimild at yvirtaka hjúnarbandslógina. Hann vísir eisini á onnur dømi, har hann metir, at tíðin hevur víst, at hann hevði rættin á sínari síðu.

 

- Eingin í andstøðuni hevur spurt seg fyri hjá løgmansskrivstovuni ella hjá mær ella biðið um alment innlit, í hvat løgmaður hevur gjørt í hesum málinum, og tí byggir tað á reinar gitingar. Sjálvandi hava løgfrøðingar gjørt eina sjálvstøðuga kanning av málinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.