Var val til danska Fólkatingið nú, hevði andstøðan fingið fleiri tinglimir enn stjórnin og Danski Fólkaflokkurin Ein nýggj meiningakanning, sum danska kringvarpið hevur latið gera, vísir, at var fólkatingsval nú, høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin fingið 87 tinglimmir, meðan andstøðan hevði fingið 88.
Herafturat koma so teir føroysku og teir grønlendsku fólkatingslimirnir.
Eins og ein kanning í síðstu viku vísir hendan, at Vinstri hevur mist nógvar atkvøður í seinastuni. Kanningin hjá DR gevur Vinstra 20,6 prosent, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt, síðani hann kom til valdið í 2001.
Fólkatingið verður annars sett í dag.