Var fólkatingsval í dag, hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra fallið, tí andstøðan hevði vunnið valið rættiliga greitt Ein meiningakanning, sum Caparent hevur gjørt fyri DR-kringvarpið, vísir, at Sosialdemokratarnir, SF. Tey Radikalu og Eindarlistin høvdu fingið 91 umboð á Fólkating, meðan Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 84 umboð.
Tann stóri sigursharrin hevði verið SF. Á valinum í 2007 fekk flokkurin 23 fólkatingslimir, men var val í dag, hevði hann sambært kanningini hjá Caparent fingið 35. Hinvegin høvdu Sosialdemokratarnir mist tvey umboð, var val nú.
Á hinari síðuni høvdu Vinstri og Konservativi mist hvør sín tinglim, og DF hevði mist tveir.