Formenninir í stóru andstøðuflokkunum eru samdir um, at fullveldið fer at hava álvarsligar avleiðingar við sær fyri føroyska samfelagið.
- Vit kunnu staðfesta, at føroyingar fáa loysing frá Danmark, um vit vilja tað, og treytirnar eru greiðar. Skiftistíðin verður 3-4 ár, tað verða tvey suveren lond, føroyingar missa serrættindini í Danmark, og vit missa danska statsborgarskapin. Hetta er loysing, sum føroyingar hava fingið tilboð uppá, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, við Útvarpið í kvøld.
- Tað er fullkomiliga greitt, at fullveldið fer at kosta í livistøði, slær Edmund Joensen fast. Hann heldur, at eftir so ringt samráðingarúrslit eigur landsstýrið at taka avleiðingarnar og fara frá.
Álvarsligar avleiðingar
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at føroyingar skulu halda fram í ríkisfelagsskapinum og so líðandi fáa meira sjálvstýrið.
- Um málið við politikkinum er at geva fólkinum góðar møguleikar og eitt gott lív, so er tað ein styrki, at vit halda fram í ríkisfelagsskapinum. Men sjálvandi skulu vit so líðandi hava økt sjálvstýrið, sigur Jóannes Eidesgaard við Útvarpið.
- Tað er púra greitt, at búskaparliga skiftistíðin fer at hava nakrar álvarsamar avleiðingar við fær fyri føroyska samfelagið, sigur hann.
Edmund Joensen heldur, at taka Føroyar fullveldið, merkir tað fólkaflyting og lækking í livistøðinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, føroyingar skulu fara i holt við eina miðvísa menning av føroyska sjálvstýrinum. Og hann heldur seg hóma, at løgmaður og Anfinn Kallsberg eru farin at ivast í trúnni upp á fullveldið.