Meirlutin í fíggjarnevndini er væl nøgdur við fíggjarlógina fyri komandi ár – andstøðan finst hvassliga at lógini
--
Minnilutin í fíggjarnevndini ávarar sttaðiliga móti vanstýringini a føroyska búskapinum.
Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini – Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, eru ikki mildir í sinum minnilutaáliti um komandi fíggjarlóg.
Teir siga stutt, at samgongan við hjálp frá Sjálvstýri hevur mist tamarhald á búskapinum og í veruleikanum er talan um vanstýring.
Teir siga, at við at
· krógva veruliga útreiðsluvøksturin við kreativum loysnum, ið sjáldan eru sæddar áður,
· við at keypa 17. atkvøðuna í eyst og vest,
· og við at leggja ótálmaðar byrðar á vinnulívið, er kósin sett móti eini vandafullari búskaparligari framtíð.
Framtíðarhaldføri landskassans fær við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Tað tykist, sum trøini vaksa inn í himmalin, nú inntøkurnar frá tilfeingisvinnuni vaksa við fullari ferð, samstundis sum samgongan fullkomiliga hevur slept endanum á útreiðslusíðuni.