Undan 2.viðgerð av fíggjarlógini fyri 2014 kom andstøðan við eini røð av broytingaruppskotum, men øll 29 broytingaruppskot fullu. Undan 3. viðgerð mikukvøldið gjørdi andstøðan enn eina roynd og legði hesaferð fram 18 broytingaruppskot, sum kosta tilsamans 98,5 milliónir krónur. Her er eitt yvirlit yvir, hvat andstøðan mælti til mikukvøldið.
Yvirlit yvir útreiðslur:
800.000 krónur av til at seta á stovn sendistovu í Nuuk.
2,5 millión krónur til Hvalbiartunnil
Fimm milliónir til nýtt havrannsóknarskip
Fýra milliónir í stuðulsjáttan til orkumál, soleiðis at Føroyar gerast minni heftar av olju og minka útlátið av vakstrarhúsgassum
3,5 milliónir í stuðulsjáttan til næmingaheim
2,5 milliónir til at styrkja skúlatilboðið til ung við breki
15 milliónir til at styrkja Granskingargrunnin
2,3 milliónir afturat til at økja lestrarstuðulin, soleiðis stakir uppihaldarar fáa stuðul í 12 mánaðir
Fimm milliónir til Tjóðleikhús
2,6 milliónir til afturat til barnaískoyti, soleiðis at stuðulin til stakar uppihaldarar kann økjast úr 544 krónum upp í 800 krónur um mánaðin
6,1 millión krónur afturat til eldrarøkt
17 milliónir krónur afturat til fólkapensjón
Tvær milliónir afturat til Strandferðsluna, soleiðis at skipini kunnu sigla hvønn dag í árinum
Tilsamans er talan um 68,3 milliónir krónur í eyka útreiðslum (hetta skal IKKI í punktform)
Eisini mælir andstøðan til at lækka skattir og avgjøld. Ítøkiliga er talan um:
(set hetta í punktform)
21 milliónir krónur, soleiðis at barnafrádrátturin kann hækka úr 6500 krónum upp í 8000 krónur fyri barnið
Tríggjar milliónir krónur til at lækka meirvirðisgjaldið á matstovuvirksemið
Tríggjar milliónir krónur til at lækka ferðaavgjaldið
3,2 milliónir krónur, soleiðis at heildarveitingin úr danska ríkiskassanum ikki verður javnað
Tilsamans er talan um 30,2 milliónir krónur, sum skattir og avgjøld skulu lækka.
FAKTA
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram 30. september í ár, verður hallið á fíggjarlógini 250 milliónir næsta ár. Eftir allar broytingarnar í løgtinginum, vísir nú samtykta fíggjarlógin eitt hall á 219 milliónir krónur. 23 tinglimir atkvøddu fyri fíggjarlógini við 3. viðgerð. Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og uttanflokkatingmaðurin Gerhard Lognberg atkvøddu saman við samgonguni. Høgni Hoydal og Sirið Stenberg út Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti fíggjarlógini, meðan sjey atkvøður vóru blankar.