Sigvald Zachariasen
FO-435 Streymnes
????????????????
Er andstøðan nøkur loysn, Hr Atli Hansen og Kristian Magnussen? Nei, og aftur nei!
Ja, nú vera tey gomlu og veiku brúkt til skálkaskjól sum ongantíð fyrr. Sjálvt Atli Hansen fyrrverandi tingmaður úr Gøtu, er farin at skriva so hjartaliga um eldraøki, og tey veiku. Vit eru rættiliga nógv í tali ið vita, at tað sum veruliga hevur hansara áhugað, er tað sum svimur í sjónum. Hetta tí, at reiðarnir fáa jú fiskikvotur fyri einki, og kunnu selja tær víðari fyri nógvar pengar til sín sjálvs, um ein er nóg snildur og frekur. Fiskiríkidømi eiga jú allir føroyingar, íroknað tey gomlu og veiku, er tað ikki so, ella hvussu? Hetta sum hevur gingið fyri seg, og ger tað allarhelst enn, viðv. keyp og sølu av skipum og kvotum, fiskiloyvum o.ø., er jú skapt í nýggjari tíð, (meðan Kristian Magnussen eisini var í samgongu). Og her eru veruligir pengar at fara eftir, til at potað í egnan lumma, og ikki til pensiónir. Tí undrar tað, at menn, ið uttan at himprast, takað heilt og fult undir við hesi skipan, og sum í veruleikanum rennir tey gomlu og veiku eitt vist stað (skipanin), fara at skriva um eldraøki, ja tað kann so ikki vera annað, enn at val er ínánd, og hin skøvaða plátan er tikin frammaftur. Um Atli vil teimun gomlu og veiku væl, so kundi hann passandi enn einaferð, fari til sín klandursmakað og floksfelaga, hr. Edmund Joensen á Oyri, og spurt hann, hví hann var so altráður eftir, saman við Kristian Magnussen, at fáa Helenu Dam á Neystabø koyrda frá, tá hon var í fer við, at bøta um viðurskiftini hjá teim gomlu og veiku? Hví ikki longu tá, beinanvegin rætt eina hjálpandi hond? Svari er sera einkult, og tað er, "at tá var ikki val í nánd". Nú bjóða bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin seg fram, beinleiðis at styðja Sjálvstýrisflokkin um hann ætlar, at bøta um pensiónirnar, bert nakrar fáar mánaðir eftir, at tað eydnaðist Edmund og Kristiani, at forpurra alt so til, at Helena mátti fara úr landstýrinum. Tit áttu at skammast, og um tit veruliga ganga og meina, at fólk fer, at lurtað eftir tykkara sjongri um, at tit nú eru loysnin, so mugu tit veruliga trúgva ummaftur.
Nú er so Kristian Magnussen fyri arðu fer í 4 ár vaknaður í stólinum, og rópar eftir løgmanni, um at hann má gera okkurt við Sámal Petur í Grund, tí landstýrismaðurin skal vera ógegniður, hetta tí at ein lækni skal vera ógegniður. Nei, Kristian Magnussen, gevst meðan tíð enn er, folk eru rætt og slætt karvandi troytt av tínum grenji, tú hevur so onki positivt, at vísa á, nú tú fyri tað mesta hevur ligi og sovi í skjótt 4 ár í andstøðu. Hvat hevur tú at vísa á frá tí tíðini tú sat sum landstýrismaður í almanna og heilsumálum, tað man vera ótrúðiliga lítið. Veruleikin man vera tann, at tú er bara so ófatiliga ævinsjúkur inná tað sum onnur syrgja fyri hendir innan almanna & heilsuøki, at tú ert um at bresta.
Vit í Norðstreymi hava fingið ómetaliga hjálp frá Helenu D. á Neystabø og Sjálvstýrisflokkinum í samband við ætlanir um, at byggja Ellis & Røktarheim, men Kristian Magnussen royndi alt tað hann kundi, at forkoma hesi ætlan, og tað átti ikki at dámt Hans Paula Strøm, men hann tagdi. Og tað ringasta sum hendi var, at Edmund Joensen á Oyri var stúttan sum Kristian lenaði seg uppat. Og tí átti Atli Hansen ikki at rópt so hart, tí so unnir heldur ikki hann teimun gomlu og veiku í Norðstreymi nakað gott, ella hvussu?
Til bæði Sambandi og Javnaðin, leggi orðaskifti á annan bógv, tí sum orðataki sigur, "betur er ein hjálpandi hond, enn ein spillandi tunga". Tit niðurbróta alt sum tey gomlu í øllum førum roknaðu fyri nakað, og tað er "tygn á Føroya Løgtingi".