- Eg eri frystur úti úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og flokkurin hevur ikki bjóðað mær, at verið við í valbólki sínum, sigur Gerhard Lognberg.
Hann hevur verið í samband við andstøðuna um nevndarbýrið, men sambært Gerhardi sjálvum er ikki nakað endaligt avtalað.
- Eg siti í vinnunevndini, og hevði verið ógvuliga fegin um at fingið tann sessin aftur. So vónandi forbarmar andstøðan seg út yvir meg og letur meg fáa sessin. Eg havi sitið í vinnunevndini síðani eg kom á ting, og tað hevur mær dámað ógvuliga væl, sigur Gerhard Lognberg.
Hann fílist annars at framferðarháttinum hjá løgmanni og heldur, at Jóannes Eidesgaard sjálvur hevur skuldina av íkomnu støðuna.
- Hendan støðan er ikki íkomin av mær, men av honum sjálvum. Tað hevur eftir øllum at døma ongan týdning fyri hann at renna frá sínum lyftum. Hann tosar ongantíð mann til mann. Løgmaður hevur ongantíð boði mær til fund við seg fyri at royna at greiða støðuna, sigur Gerhard Lognberg.
Hann heldur seg tí ikki hava aðrar møguleikar enn at fara í valbólk saman við andstøðuni, nú Javnaðarflokkurin ikki vil rætta hondina út móti honum.











