Andstøðan í Danmark hevði vunnið

Hóast fleiri leiðandi politikarar í sosialdemokratiska flokkinum í Danmark hava verið fyri atfinningum í seinastuni, hevði Helle Thonring-Scmidt blivið forsætisráðharri, um fólkatingsval hevði verið nú.

Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning, sum Ritzau hevur latið gera. Hon vísir, at Sosialdemokratarnir, SF, Tey Radikalu og Eindarlistin høvdu fingið 89 tinglimir, um val var nú. Vinsti, Tey Konservativu og DF høvdu fingið 86.

Ein kanning í síðsta mánað vísti, at tann borgarliga samgongan hevði vunnið við stuðuli frá Liberal Alliance. Men framgongd til SF ger, at andstøðan hevði vunnið nú. Í apríl-kanningini fekk SF 28 tinglimir, men tann nýggja gevur flokkinum 32, skrivar Ritzau.