Andstøðan bjóðar Heina formanssess

Samgongan fyrireikar uppskot um nýtt býti av nevndarsessum. Støðan hjá samgongutingmonnunum Gerhardi Lognberg og Heina O. Heinesen tykist í hesum sambandi óviss. Heini O. Heinesen veit í øllum førum ikki, um hann far nakran nevndarsess frá samgonguni.

- Eg veit ikki, um eg fái nakað frá samgonguni. Eg eri limur í Tjóðveldi og ynski framhaldandi at vera tað. Men eg havi ikki fingið greið boð um býti av nevndarsessum, sigur Heini O. Heinesen við Portalin. Andstøðan hevur hinvegin bjóðað honum nevndarsess, um hann verður partur av valbólkinum hjá andstøðuni.

- Eg kann fáa formanssessis í vinnunevndini, um eg vil. Men eg vil helst vera valdur í nevnd sum partur av Tjóðveldi og samgonguni, staðfestir tjóðveldistingmaðurin.